MáF havt vitjan av Ung Teaterscen

Aðalskrivarin í Ung Teaterscen í Svøríki, Paloma Halén Román, hevur verið í Føroyum og vitjað MáF og Ung í MáF.

Ung Teaterscen er áhugasjónleikarafelagið fyri børn og ung í Svøríki. Felagið umboðar 35 áhugasjónleikarafeløg fyri børn og ung, og er fíggjað av svenska statinum.

Endamálið við vitjanini hjá Ung Teaterscen var at tosa um møguligt samstarv millum Ung Teaterscen og Ung í MáF.

Forkvinnan í Ung í MáF, Teresa Reinert, og Paloma Halén Román hittust í mai á árligu summarsjónleikarastevnuni hjá NEATA Youth, sum hesu ferð var í Odense. NEATA Youth er felagið fyri ung í Norðurevropeiska áhugasjónleikarafelagnum NEATA.

Á myndunum frá fundarhølinum hjá MáF í Hans Andriasar húsi í Havn síggjast Noomi Reinert, forkvinna í MáF, Teresa Reinert, forkvinna í Ung í MáF, og Paloma Halén Román, aðalskrivari í Ung Teaterscen.