Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Nevndin heldur fram við nýggjum varalimi
Á aðalfundinum hjá MáF tann 10. apríl 2021 stóðu nevndarlimirnir Hilmar Joensen og Ebba Sofía Kruse fyri vali. Bæði stillaðu uppaftur og vórðu vald inn aftur í nevndina. Sostatt heldur nevndin fram við somu nevndarlimum sum frammanundan. Tveir varalimir vóru eisini valdir – Jákup Dahl Wardum var valdur inn aftur, meðan nýggi valdi varalimurin var Mariann Johansen.
Nevndin hevur skipað seg og sær soleiðis út:
Noomi Reinert, forkvinna
Ebba Sofía Kruse, næstforkvinna
Hilmar Joensen, kassameistari
Ann Mari J. Midjord, nevndarlimur
Rakul í Gerðinum, nevndarlimur
Jákup Dahl Wardum, varalimur
Mariann Johansen, varalimur
Á myndini síggjast frá vinstru: Ebba Sofía Kruse, Hilmar Joensen, Noomi S. Reinert og Rakul í Gerðinum. Nevndarlimurin Ann Mari Midjord manglar á myndini umframt varalimirnir Jákup Dahl Wardum og Mariann Johansen.