Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Kom bara inn, eg skal ikki gráta
Einrøðuleikur við Jógvan Andrias Joensen, ið hevur støði í hansara egnu upplivingum.
Í fleiri ártíggju var veruleikin í Føroyum tann, at sjúklingar vórðu sendir til Danmarkar fyri at fáa viðgerð fyri sjúkur.
Høvuðspersónurin í leikinum hevur Calve Perthes, ein mjadnasjúka, ið kann hava við sær, at sjúklingurin fær álvarsligar rørslutrupulleikar, um ikki sjúkan verður viðgjørd alt fyri eitt, tá hon verður uppdagað. Føroyingar við nevndu sjúku og familjur teirra, hava ivaleyst havt ymsar avbjóðingar. Lítið er granskað á hesum øki, so vit vita lítið um hvørji hjáárin stóðust av at smábørn vóru send burtur.
Talan er um einrøðuleik, sum setir fokus á hetta viðkvæma evnið.
Hugskotið stavar frá Jógvan Andrias Joensen, sum sjálvur fekk staðfest sjúkuna í 1963 – og 3 ára gamal varð sendur á Refsnes í Kalundborg, har hann varð innskrivaður í meir enn 2 ár.
Leikrit & leiktjórn: Ria Tórgarð.
Sjónleikari: Jógvan Andrias Joensen.
Tónleikari: Edvard Nyholm Debess.
Atongumerki kunnu keypast á: Atgongumerki.fo