Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Fótur í hosu
Suðuroyar Sjónleikarafelag fer í næstum at framføra skemtileikin “Fótur í hosu” í SALT á Tvøroyri.
Høvundar: Systkini Hans og Súsanna Tórgarð hava skrivað leikin í samband við eina leikritakapping í 2000.
Leikstjóri: Ria Tórgarð.
Hjálparleikstjóri: Ebba Malena Debess Thomsen.
Leikarahópur:
- Ebba Malena Debess Thomsen: Marita
- Arne Johansen: Jákup
- Rói Einarsson: Jens
- Max Rasmussen: Osvald
- Mariann Johansen: Amanda
- Dania Johansen: Alvilda
- Esther Rasmussen: Kriminal Officer
- Michella Evely Moonstarish: Frankenstein
- Rókur Olsen: Elektrikarin
Pallskiftarar: Michella Evely, Evida Jane Bruce, Rókur Olsen og Esther Rasmussen.
Pallsmiður: Jens Eli Johansen og Gundur Johansen.
Ljós- og ljóð teknikari: Jón Hammer.
Ljós- og ljóð sniðgevi: Mark Joensen.
Búnar og rekvisittir: Anita Hermansen.
Pianistur: Arni Carlsen.
Sýningarstjóri: Michella.
Sufflørar: Diana Heinesen, Jonhild Andreassen og Elin Jacobsen.
Sminkari: Maria Rasmussen.
Matmóðir: Alma Nielsen og Sunrid Olsen.
Hjálparfólk: Elisabeth Hammerfoss, Birita Johansen og Harriet Niclassen.
Suðuroyar Sjónleikarafelag skrivar soleiðis í samband við komandi leikin: Suðuroyar Sjónleikarafelag gleðir seg at fara á pall aftur aftaná ein longri støðg. Suðuroyar Sjónleikarafelag bleiv stovnað í 2017 og er eitt rættiliga nýtt felag. Tað hevur verið ein sera spennandi ferð. Vit spældu tríggjar leikir uppá stutta tíð, og ætlanin var at fara í gongd aftur við ein nýggjan leik beint áðrenn coronafarsóttin fór at gera um seg í 2019. Hetta gjørdi, at støðgurin bleiv í so langur. Vit eru tí sera spent at sleppa á pall aftur aftaná hendan langa støðgin. Hesa ferð hava vit verið so heppin at fáa Riu Torgarð at leikstjórna skemtileikin “Fótur í hosu”, sum systkini Súsanna og Hans Torgarð hava skrivað. Vit eru sera takksom fyri møguleikan at havt Riu her suðuri. Vit hava lært sera nógv av henni. Ria er tolin, nærløgd og sera dugnalig. At hjálpa sær hevur hon havt ungu dugnaligu sjónleikarinnuna Ebbu Malenu Debess Thomsen sum hjálparleikstjóra. Fólkini, sum eru við í leikinum, eru ein blandingur av nýggjum og kendum andlitum. Vit eru ein blandaður hópur úr allari oynni, bæði tey, sum eru á pallinum, og tey, sum hjálpa til á ymiskan hátt. Nú eru vit farin í gongd við teit allar seinasta fyrireikingarnar, og eru vit sera spent til frumframførsluna 30. oktober. Vónandi fer corona ikki at gera um seg, so at vit noyðast at útseta frumframførsluna. Vit vóna, at nógv fólk koma ein túr í SALT at hyggja eftir Suðuroyar Sjónleikarafelag enn einaferð.
Atgongumerki kunnu keypast á: atgongumerki.fo