Ræðsluhúsið

Klaksvíkar Sjónleikarafelag skrivar soleiðis: 

Minnist tú Ræðsluhúsið hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag? Hesi ikonisku gulu læknahúsini í Klaksvík, sum í 2019 vóru umskapaðið til eitt stað, har djúp ræðsla, ring marra og myrkur ótti, vóru manaði fram úr tí goymda og inn í veruliga veruleika tín?

Rennur tað tær kalt niður eftir rygginum, meðan tú lesur hetta, so ert tú ein av teimum, ið vitjaðu Ræðsluhúsið – og var so heppin sleppa út aftur í livandi líki!

Íðan, tað var møguliga tú, sum pissaði í buks av berum bangilsi? Ella sum rópti eftir mammuni, tá ið tín seinasta løta tyktist nær? Um tú kennir teg aftur, sum tann, ið skumpaði systur tína framman fyri teg í vón um, at ræðuleikin tók hana heldur enn teg, so er hettar einki at skamma teg yvir. Soleiðis er við Ræðsluhúsinum: Tað kallar fram kenslur og týðiliggerð síður av tær sjálvum, ið tú ikki vil kennast við frammanundan.

Í stórsligna tómleikanum uppi á loftinum í Spinnarínum í Klaksvík hevur í rúma tíð kvirra valdað. Ja ein kann siga, at loftið hevur ligið steindeytt – og tá ikki uppá tann góða mátan! Tí er tað uppá tíðina, at Klaksvíkar sjónleikarafelag enn eina ferð fyllir loftið við lívi – og deyða.

Tann 30. oktober 2021 letur Ræðsluhúsið í Klaksvík aftur dyrnar upp fyri ræðsluslignum gestum, nú tóma loftið í Klingrugarði 10. er umskapað til eina villiniborg, har ófriður og nøtran reika millum trongu veggirnar.

Ver vælkomin til eina óunniliga vitjan í ræðslunnar villiniborg. Men ansa eftir. Ikki villast.

Aldursmarkið er 14 ár.

Staður: Á loftinum í Spinnarínum í Klaksvík.

Atgongumerki kunnu keypast á: Atgongumerki.fo