Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Arnfinnur Nesá í Leiklistaráðnum.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur sett nýtt Leiklistaráð fyri næstu trý árini.
Leiklistaráðið virkar sum stýri fyri Tjóðpall Føroya, setir stjóran, og hevur harumframt aðrar yvirskipaðar uppgávur, sum hava samband við yrkisleiklist og leiklist sum heild.
Arnfinnur Nesá, nevndarlimur í MáF, er tilnevndur í Leiklistaráðið eftir tilmæli frá Meginfelag áhugaleikara Føroya.
Nývalda forkvinnan í Leiklistaráðnum er Margretha Nónklett. Hon er tilnevnd av landsstýriskvinnuni, sum eisini hevur tilnevnt Benjamin Gaasedal í ráðið.
Hini, sum sita í nýsetta Leiklistaráðnum, eru Durita Dahl Andreassen (tilnevnd eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya), Ria Tórgarð (eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya), Heini Gaard (eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð), og Barbara Hentze í Stórustovu (tilnevnd sum starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya).
Ein av fyrstu uppgávunum hjá nýsetta Leiklistaráðnum verður at gera tilmæli til landsstýriskvinnuna um stuðulin til yrkisleiklist fyri 2024.
MáF ynskir nýggja Leiklistaráðnum góðan arbeiðshug