Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
NEATA fundur í Føroyum
Starvsnevndin í NEATA hevur júst havt fund í Føroyum.
NEATA er felagið fyri áhugasjónleik í Norðurlondum og teimum Baltisku londunum.
MáF – Meginfelag áhugaleikara Føroya – er limur í NEATA, og Noomi Reinert, forkvinnan í MáF, er næstforkvinna í NEATA.
Starvsnevndin í NEATA møtist javnan at fundast um samstarv innan áhugasjónleik í Norðurevropa, og aftur hesu ferð var túrurin komin til Føroyar.
Ímeðan starvsnevnin í NEATA fundaðist í Føroyum, vóru eisini stundir til at síggja eitt sindur av Føroyum.
Á myndini sæst starvsnevndin í NEATA í Norðagøtu framman fyri standmyndini av Tróndi í Gøtu.
Frá vinstru sæst Noomi Reinert, næstforkvinna í NEATA, Jacob Galtung-Melchior úr Danmark, aðalskrivari í NEATA, og Sofia Wegelius úr Finlandi, forkvinna í NEATA.