Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
MáF fingið nýggja nevnd
MáF hevur júst havt aðalfund, og har fekk felagið nýggja nevnd.
Fyri vali stóðu nevndarlimirnir Noomi Reinert, Mariann Johansen og Hanus Gregersen. Harumframt skuldu nýggir varalimir veljast.
Noomi Reinert og Mariann Johansen stillaðu upp aftur, og tær vórðu báðar afturvaldar. Hanus Gregersen stillaði ikki upp aftur. Nývald í nevndina varð Ann Mari Jaspursdóttir frá Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Frammanundan sita Arnfinnur Nesá og Ebba Sofía Kruse eisini í nevndini.
Nývaldur varalimur bleiv Jann í Giljum frá nýligani endurstovnaða Stranda Sjónleikarafelag. Vígdis Tindskarð Klein bleiv afturvald, og Louis Poulsen stillaði ikki upp aftur.
Í nýggju nevndini í MáF eru nú:
Arnfinnur Nesá – frá Sjónleikaradeildini í Losjan Glotti
Ebba Sofía Kruse – frá Dramaverkstaðnum
Noomi Reinert – frá Sjónleikaradeildini í Losjan Glotti
Mariann Johansen – frá Suðuroyar Sjónleikarafelag
Ann Mari Jaspursdóttir – frá Klaksvíkar Sjónleikarafelag
Varalimir eru:
Vígdis Tindskarð Klein – frá Havnar Sjónleikarfelag
Jann í Giljum – frá Stranda Sjónleikarafelag
Nevndin skipar seg í næstum.
MáF takkar fyrrverandi nevndar- og varalimi, og bjóðar nýggju nevndar- og varalimi vælkomin í nevndina.
Á myndini av nýggju nevndini síggjast frá vinstru Arnfinnur Nesá, Ebba Sofía Kruse, Noomi Reinert, Mariann Johansen, Ann Mari Jaspursdóttir, Vígdis Tindskarð Klein og Jann í Giljum.