Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”

Havnar Sjónleikarfelag setur sjónleikin “Ikki eitt orð um pengar” á pall í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 9. november kl. 19:00.

Hetta er ein skemtileikur eftir Anton Delmar og snýr seg um tvær eldri ógiftar systrar, sum júst hava arvað húsini frá bróðurinum Harry. Tær brúka alla sína tíð at hjálpa í sóknini, og geva burtur tað mesta tær eiga. Eisini leiga tær fyrrverandi fanganum Brestir eitt kamar og royna at hjálpa honum á rættkjøl. Knappliga koma tær framá eitt ógvuliga stórt bunti av pengum. Kanska hevði Harry bróður ikki heilt reint mjøl í posanum… Men skal hjálpin steðga her? Hvat kundu tær ikki útint?

Atgongumerki kunnu keypast inni á atgongumerki.fo