Stuðulsfreist fyri 1. ársfjórðing 2025
Gleðilig jól og eitt gott nýggjár
Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Hevur tú sæð Carmen?
Komandi vikuskifti setur Opera.fo upp barnaleik á Tjóðpalli Føroya.
Talan er um ein fittan barnaleik, eina sonevnda pixi-opera, við íblástri úr kendu operuni Carmen, hjá franska tónaskaldinum Georges Bizet. Hugskot og handrit eigur Birita Adela Davidsen, sum eisini leikstjórnar.
Á pallinum er nýggi gentuleikbólkurin hjá Opera.fo, “Operetturnar”, sum eru 16 gentur í aldrinum 9 til 15 ár, sum spæla sjónleik og ljóðføri, syngja og dansa.
“Carmen” er ein av bestu umtøktu operunum, sum nakrantíð er skrivað, og er á tremur við kendum tónum, sum “Habanera” og “Toreador”- sangum – sum nú eru týddir til føroyskt. Henda útgávan er tillagað til ein yngri málbólk, og snýr seg um ein leikbólk, sum ferðast runt, og sigur søgur um ta kendu Carmen, sum sigst hava stolið loyniligu lakrespípu-uppskriftina frá lakrespípuvirkinum, har tær allar plagdu at arbeiða.
Sýningin er umleið 35 minuttir.
Handrit og leikstjórn: Birita Adela Davidsen
Koreografi: Diana J. Hansen
Plakat: Kjartan Magnussen
Myndir: HeinesenMyndir
Sýningar verða á Tjóðpalli Føroya:
Leygardagin 18. januar kl. 14 og 15:30
Sunnudagin 19. januar kl. 14
Atgongumerki fáast á www.atgongumerki.fo