Myndir og ummæli av Carmen

Miðskeiðis í januar og fyrst í februar var barnaleikurin “Hevur tú sæð Carmen” framførdur á Tjóðpalli Føroya og Varpinum í Klaksvík. Hetta var ein sokallað pixi-operu, har leikhópurin spældi sjónleik og ljóðføri, sungu og dansaðu. Leikurin er skrivaðu við íblástri úr kendu operuni Carmen, hjá franska tónaskaldinum Georges Bizet. Hugskot og handrit eigur Birita Adela Davidsen, sum eisini leikstjórnaði. Leikurin var sera væl móttikin.

MáF takkar fyri tøkkina, myndir og ummæli, vit hava fingið sendandi frá Opera.fo, og fegnast um góðu móttøkuna leikurin hevur fingið.

Tøkk, myndir og ummæli kunnu síggjast her: Takk til MáF, Carmen.