Nýggj nevnd í sjónleikadeildini hjá Losjuni Glotti
Stuðulsfreist fyri 2. ársfjórðing 2025
Stuðulsfreist fyri 1. ársfjórðing 2025

Mostir Charley
Í hesum døgum framførir Stranda Sjónleikarafelag skemtileikin „Mostir Charley‟ í bygdarhúsinum á strondum.
Leikin hevur enski sjónleikarin og dramatikarin, Brandon Thomas, skrivað heilt aftur í 1892. Andrias Justesen týddi leikin til føroyskt í 2001.
Sjónleikurin snýr seg um tveir ungar menn, sum ætla sær at fríggja til hvør sína gentu. Fyri at tryggja sær, at alt gongur siðiliga fyri seg, avgerða teir at bíða, til mostir Charley kemur at vitja, uttan at hon veit av hesari ætlan. Mostir Charley er seinkað, og nú eru góð ráð dýr. Tá óvæntaðir gestir koma á gátt, gert støðan alsamt meira fløkjaslig við misskiljingum og skemtiligum hendingum.
Leikstjóri: Kristina Sundar Hansen.
Leikarar:
Jóhannes Berthelsen: Babberly lordur (Babbs).
Brandur Niclassen: Jack.
Jan Elias Høj: Charley.
Gunleif Djurhuus: Franscis Cherney.
Rúni R. Rasmussen: Hr. Spittigue.
Hans Pauli Jacobsen: Brasset.
Borgfríð Nybo Hansen: Donna Lucia d’Alvadorez.
Alice Poulsen: Anny.
Yrsa Hammer: Kitty.
Bjørk Dyssegaard: Ella.
Ljós: Aage Dyssegaard og Ólavur D. Joensen.
Sminka: Døgg Nónsgjógv.
Hár: Valerin Djurhuus (Salong Park).
Seyming: Poulina Chung og Siri E. A. Gray.
Pallbygging: Sjóvar kommuna og Ólavur D. Joensen.
Pallmynd: Hansa Olsen, Hallgerð Fríða Funn og Aage og Turið Dyssegaard.
Málað: Fríða og Dan Danielsen, Lív Danielsen og Lóa Mariusardóttir.
Lekskrá og PR: Judit R. Royðutoft.
Atgongumerki kunnu keypast inni á https://billett.fo








