Stuðulsfreist fyri 3. ársfjórðing 2025
Nýggj nevnd í sjónleikadeildini hjá Losjuni Glotti

Nevndin í MáF
Á aðalfundinum hjá MáF 15. mars stóðu nevndarlimirnir, Arnfinnur Nesá og Ebba Sofía Kruse fyri vali. Bert Arnfinnur stillaði upp og kom einmælt inn aftur í nevndina. Nevndin hevur nú skipað seg og heldur fram í næstan sama líki sum áðrenn:
Noomi Reinert, forkvinna (Sjónleikadeildin Losjan Glotti).
Mariann Johansen, næstforkvinna (Suðuroyar Sjónleikarafelag).
Arnfinnur Nesá, kassameistari (Sjónleikadeildin Losjan Glotti).
Ann Mari Jaspursdóttir, nevndarlimur (Klaksvíkar Sjónleikarafelag).
Jann í Giljum, varalimur (Stranda Sjónleikarafelag).
Nicolaj Falck, varalimur (Ungmannafelagið Royndin).