Leiklistaskúli á Føroya Fólkaháskúla
Stuðulsfreist 1. ársfjórðing 2026
Ferðafrásøgn frá aðalfundi og sjónleikafestivali í Monaco 2025
Stuðulsfreist fyri 4. ársfjórðing 2025
Leiklistaskúli á Føroya Fólkaháskúla
Farna vikuskiftið skipaði MáF fyri Leiklistaskúla á Føroya Fólkaháskúla í ávikavist skriving og leiklist. Undirvísarar vóru Gunvør Reynberg (skriviskeið) og Bo Skødebjerg (leiklistaskeið). Skeiðini byrjaðu hóskvøldið 30. apríl og endaðu sunnudagin 3. mai við stuttum leiksýningum, har luttakararnir á leiklistaskeiðnum framførdu leikir, sum luttakararnir á skriviskeiðnum høvdu skrivað.
Fimm leiksýningar vóru íalt, og tað var sera áhugavert at síggja, hvat í luttakararnir høvdu fingið burturúr.
MáF takkar bæði undirvísarum, luttakarum og Føroya Fólkaháskúla fyri eitt spennandi og áhugavert skeiðsvikuskifti.