Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Nevndarformaður í MáF Hilmar Joensen, hevur fingið M.A. Jacobsens heiðursløn
Á samkomu í Müllers pakkhúsi mikukvøldið varð kunngjørt, at Hilmar Joensen, sum er nevndarformaður í MáF hevði fingið tillutað barnamentanarheiðursløn M.A.Jacobsens 2013.
Vit her í MáF eru sera errin hansara vegna og ynskja honum hjartaliga til lukku við hesum uppiborðna heiðri.
Hann fekk virðislønina fyri sítt áhaldandi mentanararbeiði bæði í heimbygdini Nólsoy og aðrastaðni m.a. innan skúlagátt. Áhaldandi hevur hann arbeitt fyri at fáa børn at spæla sjónleik og syngja og áhaldandi hevur hann tosa um týdningin av áhugaleiki.
Á øðrum økjum hevur Hilmar eisini gjørt eitt megnar arbeiði, her í MáF eru vit glað fyri at hann við sínum latta lyndi áhaldandi hevur varveitt trúnna á áhugaleik og tann stóra samfelags og mentunarliga týdning áhugaleikur hevur. Hilmar hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa áhugaleikin út um landoddarnar og hevur sum fáur virka fyri samarbeiði og samband við umheimin í sjónleikararbeiði.
Seinasta avrikið var at vera slóðari fyri sangleikinum “Kongur í Kongagøtu”, sum var stórliga fagnaður. Umframt heiðurin, fekk Hilmar eisini ein kekk á 35.000 kr. Onnur sum fingu M.A. Jacobsens heiðurslønir vóru: Katrin Óttarsdóttir fyri fagrar bókmentir, Poul Jespersen fyri yrkisbókmentir, Turið Sigurðardóttir fyri mentanaravrik og Rakel Helmsdal, sum eisini fekk barnamentnarheiðursløn.
Les meira her:
Og myndir hjá in.foher: