Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Eldrabólkur kemur til Føroya at spæla sjónleik
Í døgunum frá 8. apríl til fríggjadagin tann 11.apríl, kemur ein bólkur av eldri til Føroya at spæla sjónleik
Tey taka upp evnir og viðgera tað sum er átrokandi serliga fyri pensionistar men sum er viðkomandi fyri okkum øll.
Sýningarnar eru hesar:
Týsdagin kl. 16 á Tjóðpallinum sýningin er ókeypis fyri pensionistar
Mikudagin kl. 19.30 á Tjóðpallinum : kostnaður 50 kr.
Hósdag í Nólsoy í Royndarhúsinum kl 19.30 : kostnaður 50 kr.
Fríggjadag í Klaksvík kl. 16.00: kostnaður 50 kr.
Leygardagin kl. 6.00 spæla tey í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. kostnaður 50 kr.
Farið og hyggið tí hetta er fyrstu ferð at ein bólkur við eldri fólkið spælir sjónleik í Føroyum, men vónandi kann hetta birta upp undir at tey eldru her í Føroyum fara at gera tað sama.