Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Góð ummæli av leikinum Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra!
Farið verður nú undir seinastu sýningarnar av skemtileikinum “Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra!” eftir Dario Fo.
Leikurin hevur verið væl vitjaður og hevur fingið sera góð ummæli:
“Leikurin er stuttligur og orkufullur á tremur í tempo, fupp, misskiljingum og berari rumpu senum, sum í heilum fáa áskoðaranar at flenna í kíki.”
– Kinna Poulsen, brot úr ummæli í Dimmu.
“Treingir tú til at fáa mussaskøðsvøddarnar tambaðar og toygdar heilt út móti oyralippunum, samstundis sum tú er um at flána av láturi, er ikki at bíða. Sjónleikarhúsið er rætt og slætt staðið, har hendan mýking fer fram í hesum døgum.”
– Beate L. Samuelsen, brot úr ummæli á Facebook.
“Ein nýuppseting til nógvan látur, og við nógvum stuttligum hendingum.”
– Gulla Øregaard, brot úr ummæli á Facebook.
Spælt verður týskvøldið 28. okt., mikukvøldið 29. okt., hóskvøldið 30. okt. kl 19:30 og sunnukvøldið 2. nov. kl 18:00.
Atgongumerki á kr 125,- kunnu keypast í Visit Tórshavn og við dyrnar í Sjónleikarhúsinum ein tíma undan sýning.