Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Dreymur Jóansøkunátt í Gøtu
Enn eina ferð eru tey farin undir sjónleik í Losjuni í Gøtu, og hesa ferð er tað kendi skemtileikurin hjá Shakespeare Dreymur Jóansøkunátt, ella á enskum A Midsummer Night’s Dream. Leikurin snýr seg um eina ósemjandi kærleikssøgu, ein álvakong og -drotning og nakrar handverkarar, ið arbeiða upp á at framføra ein leik fyri aðalsfólki.
Aksel Tórgarð hevur týtt, og Noomi Reinert hevur leikstjórnað leikin, ið verður framførdur av 22 ungum leikarum á Glotta.
Frumframførslan verður týskvøldið 17. mars kl. 19:00.
Atgongumerki kosta kr. 150 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn (14 ár og undir). Hesi kunnu bíleggjast við at ringja til Losjuna á tlf. 28 08 20. Ringjast kann aftaná kl. 15:00.