Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Menn í sokkabuksum
Leikurin “Menn í sokkabuksum” er úrslitið av eini verkætlan hjá 10. floks næmingum úr Runavíkar- og Tofta skúlum. Næmingarnir hava sjálvir gjørt leikin, sum er bygdur á skemtifilmin hjá Mel Brooks um Robin Hood “Men in tights”. Umframt at hava týtt leikin úr enskum hava næmingarnir eisini smíðað pallin og seymað teir spennandi leikbúnarnar. Tónleikur og sangur er somuleiðis ein partur av leikinum, ið er sera skemtiligur og hóskar væl til bæði børn og vaksin.
Um leikin:Tá Robin av Loksley kemur aftur til Onglands, finnur hann útav, at bróður Richard kong, Prins John, hevur tikið trónuna. Hann hevur kúgað fólkið og tikið jørð og ognir teirra, m.a. ognina hjá Loksley familjuni. Ja enntá slottið Loksley Hall – (eisini kallað Lokshøll!). Robin og menn hansara stríðast fyri teimum órættvíst viðfarnu fólkunum, og ikki minst stríðist Robin fyri kærleikanum – tí ómøguliga kærleikanum, hann kennir fyri Lady Mariann.
SÝNINGAR í Løkshøll:
Týskvøldið 5. mai kl. 19:00 (FRUMFRAMFØRSLA)
Mikukvøldið 6. mai kl. 19:00 (Keyp her)
Hósdagur 7. mai kl. 10:00 (Skúlasýning)
Hósdagur 7. mai kl. 13:00 (Skúlasýning)
Fríggjadagur 8. mai kl. 10:00 (Skúlasýning)
Fríggjadagur 8. mai kl. 13:00 (Keyp her)
Leygardagur 9. mai kl. 16:00 (Keyp her)
Leygarkvøld 9. mai kl. 20:00 (Keyp her)
Atgongumerki kunnu bíleggjast frá kl, 17:00 á tlf. 477331 og 280820. Annars verður selt við dyrnar, um nakað pláss er eftir. Kostnaðurin er kr. 80,00.
Atgongumerki til almennar sýningar kunnu keypast á netinum – trýst á leinkini omanfyri.