Skeið í rødd og rørslu

At læra at brúka rødd og kropp er alfa og omega hjá einum sjónleikara, fyrilestrarhaldara ella einum, ið á ein ella annan hátt skal bera nakað fram alment. Tí skipar MáF nú fyri vikuskiftisskeiði í rødd og rørslu á Føroya Fólkaháskúla tann 5. – 6. september 2015. Lærarar verða Ria Tórgarð og Súsanna Tórgarð.

Skeiðið miðjar ímóti at geva luttakaranum innlit í, hvussu hann kann arbeiða við at menna røddina og finna sína persónligu styrki í framferðini.

Undirvíst verður soleiðis báðar dagar:

Kl. 09.00-10.00: Morgunmatur

Kl. 10.00-13.00: Undirvísing

Kl. 13.00-14:00: Døgurði

Kl. 14.00-16.00: Undirvísing

Skeiðið er fyri øll áhugaði – líka mikið um tú ert royndur ella hetta er fyrstu ferð. Hesin arbeiðsháttur tekur støði í hvørjum einstøkum, og arbeitt verður við at menna tann einstaka, har hann er beint nú.

Prísurin fyri alt skeiðið íroknað kost er kr. 650,00 fyri limir og kr. 1.000,00 fyri tey, ið ikki eru limir. Avmarkað pláss.

Áhugaði kunnu fáa meiri kunning og tekna seg elektroniskt inni á heimasíðuni hjá MáF www.maf.fo við at fara inn á Tiltøk. Skráseting er fyrst galdandi, tá ið goldið er á konto í Eik Banka: 185 132 4 í seinasta lagi 21. august 2015.

Nærri lýsing av skeiðnum fæst niðanfyri.

Lýsing av skeiðið í rødd og rørslu.pdf