Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Veitslan byrjar 12. september
Leikurin Veitslan er grundaður á danska filmin Festen,ið Thomas Vinterberghevur leikstjórnað og eisini skrivað filmleikrit til saman við Mogens Rukov. Í 1999 vann Festen gyltu pálmarnar á filmsfestivalinum í Cannes.
Veitlsan er umskrivaður til leik og lagaður til føroysk og norðurlendsk viðurskifti, og verður sett upp sum ein stór verkætlan við luttøku úr Grønlandi, Íslandi, Noregi, Danmark og Føroyum.
Søgan snýr seg í stuttum um, at Helgi Dýrindal-Joensen fyllir 65 og heldur stórfingna veitslu fyri ætt, vinum og kenningum.
Hóast dóttirin, Linda, fyri kortum hevur tikið lívið av sær, skal veitsla nú haldast, og hini trý børnini hjá føðingardagsbarninum koma sjálvandi við. Elsti sonurin Kristjan, sum er tvíburabróðir Lindu, kemur úr Fraklandi. Helena kemur við grønlendska unnusta sínum, Malik. Yngsti sonurin, Mikkjal, er ikki boðin, tí hann er harðrendur og gerst óður í brennivíni, og pápin óttast, at Mikkjal spillir veitsluna. Men hann kemur kortini í veitslu saman við íslendsku konuni Mariu.
Elsti sonurin Kristjan er fyrstur at halda røðu. Hann hevur skrivað tvær røður, eina gula og eina grøna, og pápin skal velja, hvørja hann vil hoyra. Pápin velur ta grønu. Í grønu røðuni kemur ein myrkur familjuloynidómur fram: Helgi hevur misnýtt bæði Kristjan og systrina Lindu kynsliga.
Hvørjum skulu systkini trúgva? Hvørjum skulu gestirnir trúgva? Er Kristjan sálarliga sjúkur? Lýgur hann?
Veitslunáttin gerst ein ógvusligur bardagi um sannleikan.
Leikstjóri: Marita S. Dalsgaard.
Leikarar: Yrkis- og áhugaleikarar: Helgi Dýrindal-Joensen: Hilmar Joensen (FØ) – Else Dýrindal-Joensen: Gunvor Reynberg (DK) – Kristjan Dýrindal-Joensen: Hjálmar Dam (FØ) – Linda Dýrindal-Joensen: Eyð Berghamar Jacobsen (FØ) – Mikkjal Dýrindal-Joensen: Hannes Óli Ágústsson (ÍS) – Helena Dýrindal-Joensen: Beinta Clothier (FØ) – Malik, unnustin hjá Helenu: Rasmus Lyberth (GR) – Maria, kona Mikkjal: Aðalbjørg Árnadóttir (ÍS) – Pia Hansen, tænari: Barbara K. Andreasen (FØ) – Mikaela, tænari: Noomi Reinert (FØ) Tænari: Johanna Roos Slættanes – Abbi: Sonne Smith (FØ), Omma: Karin Djurhuus (FØ) – Helmuth von Sachs: Allan Dalsgarð (FØ) – Leivur gubbi: Jógvan Salomon Joensen (FØ) – Anna gumma: Gunnvør Joensen (FØ) – Gestur: Birta Biskupstø (FØ).
Sýningarstøð: Løkshøll, Norðurlandahúsið og Miðnámsskúlin í Hovi.
Tjóðpallur Føroya hevur stuðlað verkætlanini við venjingarhølum, útgerð o.ø.