Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Findus flytir heimanifrá
Nú kemur leikurin Findus flytir heimanífrá á pall í Sjónleikarhúsinum.
Leikurin snýr seg um kettuna Findus og hittingarsama mannin Pettson, ið búgva á einum garði saman við nøkrum hønum og teimum sonevndu snifflunum – nakrar verur, sum Findus sær og tosar við, men sum Pettson ikki sær. Findus og Pettson kunnu tosa saman, og Pettson roknar hann sum sítt barn. Findus dámar at gera skálkabrøgd og at spæla, og dugir enntá at ganga á afturbeinunum sum eitt fólk.
Leikurin er fyri bæð smá, størri og heilt stór.
Frumframførsla verður 31. mai í Sjónleikarhúsinum. Leiksýningar verða mána- týs- hós- og fríggjadag kl. 18:00 og leygardag kl. 16:00.
Forsølan byrjar mánadagin 22. mai kl. 10:00.
Atgongumerki kosta 100 kr, og kunnu keypast á Visit Tórshavn – tlf. 302425 ella við dyrnar í Sjónleikarhúsinum ein tíma undan sýning.