Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Sjónleikurin `Allo `Allo í Gøtu
Ein skemtileikur eftir Jeremy Lloyd og David Croft, ið Sjónleikarfelagið Glotti í Gøtu framførir í hesum døgum.
Leikurin snýr seg um, at kaffistovueigarin René og kona hansara hava goymt eitt listaverk stolið frá nasistum í einari pylsu í kjallaranum. Í sama kjallara goyma tey eisini tveir bretskar floghermenn, inntil mótstøðurørslan kann føra teir aftur til heimlandið. Tráðleysa samskiftið við London, ið verður fjalt í einum følskum kakatupappageyki, er bert ein av mongu forðingunum, hesin djarvi kaffistovueigarin er fyri í vertskapinum av fronsku hermonnunum. Tíðindini, at Førarin ætlar at at vitja býin, gevur lúsakjálkum íblástur at vitja kaffistovuna íklæddir sum Hitler. René kallar øll tey góðu fólkini, hann finnur, saman fyri at hjálpa sær at bjarga kaffistovuni og lívi sínum.
Leikarar: Alvi Justinussen, Arnfinnur Nesá, Elias Magnussen, Hallur Ellingsgaard, Hans Hjalti Skaale, Magni Joensen, Maj-Britt W. H. Jacobsen, Noomi Reinert, Katrina E. Hansen, John Andersen, Ólavur Justesen, Teresa Reinert og Tóra P. Isholm.Leikstóri, sangtýðari og hjálpartýðari av leikritið: Súsanna Tórgarð.Sanglærari/klaverspælari: Rói Eliasen.Ljósmaður: Bogi E. Hansen.Ljóðmaður: Egin Tollaksson.Pallsniðgeving og smíð: Klæmint Isaksen, Nicolaj Falck og Rúni Justinussen.Týðari av leikriti: Páll Isholm.
Sýningar 2018:
Fríggjakvøldið 5. januar kl. 20:00
Leygarkvøldið 6. januar kl. 18:00
Atgongumerki kunnu keypast áwww.atgongumerki.foella við at ringja á tlf. 280820 millum kl. 15:00-19:00.