Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Tveir nýggir nevndarlimir í MáF
Á aðalfundi 10. mars komu tveir nýggir limir inn í nevndina í MáF. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali – Noomi Reinert og Rúna Mortensen stillaðu báðar upp aftur, meðan Beinta Flóvinsdóttir ikki stillaði upp aftur. Noomi Reinert, sum hevur sitið sum forkvinna í nevndini seinastu árini, varð vald inn aftur umframt tveir nýggir limir – Jákup Dahl Wardum úr Havnar Sjónleikarafelag og Ann Mari J. Midjord úr Klaksvíkar Sjónleikarafelag. MáF takkar fyrrverandi nevndarlimunum og bjóðar báðum nýggju limunum vælkomnan í nevndina.
Nevndin hevur skipað seg og sær soleiðis út:
Noomi Reinert, forkvinna
Ebba Sofía Kruse, næstforkvinna:
Hilmar Joensen, kassameistari
Jákup Dahl Wardum, nevndarlimur
Ann Mari J. Midjord, nevndarlimur
Varalimir: Maj-Britt W.H. Jacobsen og Aðalbjørg Linklett