EDERED 2018

EDERED er ein felagsskapur, ið skipar fyri barna-/ungdómstiltøkum í samband við sjónleik. Endamálið hjá felagsskapinum er at menna millummentarligt arbeiði innan drama og sjónleik fyri børn/ung í Evropa. Tiltakið fevnir m.a. um sjónleikaraskeiðir av ymiskum slag og framførslur, har børn/ung í aldrinum 13-15 ár, ið hava áhuga innan sjónleik fáa høvi at menna seg, fáa íblástur og ikki minst eina uppliving fyri lívið.

EDERED er stytting fyri European Drama Encounters Rencontres Européennes de Drama og meira kunning um felagsskapin fæst her.

Í ár verður tiltakið í Toulouse í Frankaríki í døgunum 11.-22. juli og heitið er “GREAT EXPLORERS”. Úr hvørjum landi luttaka 2 vaksin fólk sum ávikavist hava leiklutin sum workshop-leiðari og “welfare”-leiðari og ein bólkur av ungum fólki. Fyrireikarnir hava bjóðað 12 londum at luttaka: Føroyar, Ísland, Finnland, Stórabretland, Týskland, Estland, Litava, Pólland, Belgia, Turkaland, Grikkaland og Ísrael.

Føroyar luttekur saman við Íslandi og har fara íalt 2 vaksin og 8 ung (4 gentur og 4 dreingir) avstað. Úr Føroyum luttekur Teresa Reinert (situr í nevndini fyri Ung í MáF), sum skal vera workshop-leiðari á túrinum, saman við 2 gentum og 2 dreingjum. Úr Íslandi luttekur ein vaksin, sum skal vera “wellfare-leiðari” saman við 2 gentum og 2 dreingjum.

Bólkarnir síggja soleiðis út:

Úr Føroyum

  1. Teresa Reinert (Workshop Leader)
  2. Lív Rósa Gaini (Dramaverkstaðið)
  3. Hallur Foldbo (Dramaskúlin í Gøtu)
  4. Halla René Marston á Lofti (Dramaskúlin í Sjónleikarahúsinum)
  5. Torbjørn Niclassen (Dramaskúlin í Gøtu)

 

Úr Íslandi

  1. Kristín Svanhildur Helgadóttir (Wellfare Leader)
  2. Lísa Katrín Káradóttir
  3. Páll Ísak Ægisson
  4. Silja Rún Högnadóttir
  5. Eiríkur Kúld Viktorsson