Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Leikur: Hedda Gabler
HEDDA GABLER – Í BÝRÁÐSHÚSINUM Í NORÐRAGØTU FRÁ 2. NOVEMBER
Um leikin:
Júst heimkomin av brúðarferð í 6 mánaðir, upplivir vakra og
sjálvsikra Hedda, at hon er fangað í eini inniklemmandi, keðiligari og
smáborgarligari verð. Tá hon so hoyrir at gamla flamma hennara, Eilert Lovborg,
er vendur aftur til býin, forelskaður í aðrari kvinnu, og rithøvundur at eini
bók, sum er ein hóttan móti yrkisleið mans hennara, byrjar Hedda at manipulera
tey, sum eru rundan um hana…
Hesin heimskendi leikurin er skrivaður av Norska høvundanum
Henrik Ibsen. Leikurin hevði sína fyrstu premieru í München í 1891, og gjørdist
ein av heimsklassikarunum í seinnu helvt av 1900. Hedda Gabler er ein av best
kendu kvinnuligu leiklutunum í heimsbókmentunum.
Leikurin er uppsettur í tøttum samstarvi við
Eysturkommunu, og er pallsetanin í sjálvum Býráðshúsinum í Norðragøtu.
Búi Egason Dam hevur leikstjórnað, og er tað
Sjónleikardeildin Losjan Glotti, ið setir leikin upp.
Atgongumerki fáast á http://www.atgongumerki.fo/dramas ella við at ringja 280 820.