Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Leikur: Jørundur Hundadagakongur
Í sambandi við at Havnar Sjónleikarfelag fyllir 100 ár í ár, sýnir felagið í hesum døgum leikin Jørundur Hundadagakongur, eftir Jónas Árnason.
Leikurin, ið er bygdur á eina av mest merkisverdu hendingum í søgu Íslands, er ikki ein
sannsøguligur leikur, men er tað, ið høvundurin kallar eitt “ósøguligt
leikhúsverk”.
Talan er um ein skemtileik, við sangi, dansi, tónleiki, akrobatikki og allskyns kynstrum.
Leikstjóri er Ria Tórgarð. Ria hevur eisini broytt og umskrivað uppruna leikritið, so tað
er meira hóskandi til eina leikuppsetan í 2018.
Hjálmar Dam hevur sniðgivið sjáldsama flotta pallin.
Anna Sofía Egilstrøð hevur staðið fyri at tilevna serstøku búnarnar.
Sigrið Sivertsen hevur lagt tónleikin til rættis og staðið fyri sangvenjingunum.
Elsa Maria Bærentsen hevur koreograferað og skipað fyri dansivenjingum.
Ljóssniðgevi er Turpin N. Djurhuus.
Í orkestrinum eru Bartal Augustinussen, Per I. Højgaard Petersen og Karl Andrias Stórá.
Høvuðsleikarar eru:
Jørundur Hundadagakongur: Torkil B. Tórgarð
Charlie: Magni Joensen
Laddie: Petur Meinhard E. Andersen
Studiosus: Rógvi B. Dam
Kaptein Jones: Elias Magnussen
Trampe Guvernørur: Tóri í Hoyvík
Gentan Ragnhildur: Edith Dahl Jacobsen
Umframt høvuðsleikararnar eru einir 30 statistar, sum eru sangarar, dansarar, fimleikarar o.o., við í leikinum.
Atgongumerki kunnu keypast á: