Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Slóðbrótandi pallseting av sjónleiki
Sjónleikaradeildin í Losjuni fer í næstum at framføra
enn ein heimskendan klassikara, men hesaferð er pallsetingin heilt serlig og
slóðbrótandi. Leikurin verður nevniliga framførdur í Býráðshúsinum í
Norðragøtu.
Myrka tíðin merkir sjónleikur í Gøtu, og í ár er einki
undantak. Sjónleikaradeildin í Losjuni fer í næstum at framføra klassikaran
“Hedda Gabler” eftir heimskenda norska skaldið Henrik Ibsen, sum helst er mest
víðagitin fyri “Eitt dukkuheim”. Leikurin er skrivaður í 1890 og er framvegis
væl umtóktur og nógv uppsettur kring allan heimin, men hóast hetta man
uppsetingin í Gøtu vera millum tær heilt serstøku. Avtala er nevniliga fingin í
lag millum Sjónleikaradeildin og Eysturkommunu, sum merkir, at leikurin verður
pallsettur og framførdur inni í nýggja Býráðshúsinum í Norðragøtu.
Búi Dam er leikstjóri, og hann leggur dent á, at leikurin
verður tulkaður og uppsettur sum ein nútímans klassikari, og til hetta er
Býráðshúsið ein genialur karmur við endaleysum møguleikum.
– Hóast leikurin er
meira enn 100 ára gamal, so verður pallsetingin gjørd í einum nútímans anda,
sum kann geva áskoðarunum eina uppliving av aktualiteti, og júst hetta kann
Býráðshúsið í Gøtu, sum samstundis er ein arkitektonisk perla. So ístaðin fyri
at byggja ein pall upp til leikin, so fara vit at byggja leikin upp í teimum
fantastisku kørmunum, sum Býráðshúsið við síni innrætting og umstøðum hevur,
sigur Búi Dam.
Saman við leikarunum er hann farin undir fyrireikingar og
venjingar av leikinum, og ætlan teirra er at framføra “Hedda Gabler” í
november.
Eitt hús til alt og øll
Býráðshúsið í Gøtu varð tikið í nýtslu stutt fyri jól í
fjør, og hevur hetta fyrsta árið longu fingið nógva umrøðu og viðurkenning.
Fólk vitja javnan húsið og áhugin er somuleiðis stórur úr útlondum. Ósbjørn
Jacobsen er arkitekturin handan bygningin, sum serliga vekir ans við
staðsetingini tvørturum ánna, gongugøtuni á takinum og mongu, stóru
vindeygunum, sum bæði geva ljós og innlit í virksemið í húsinum.
List og mentan er ein náttúrligur og sjálvsagdur partur av
Býráðshúsinum, og Jóhan Christiansen, borgarstjóri, fegnast tí um samstarvið
við sjónleikaradeildina.
– Vit eru øll sera glað fyri stóra áhugan, fólk
í kommununi og aðrastaðni frá vísa húsinum, og í býráðnum og umsitingini eru
vit nú ógvuliga spent uppá, at húsið eisini verður karmur um sjónleik, tí tað
er við til at lata húsið meira upp fyri almenninginum. Vit eiga jú øll
Býráðshúsið, og tað skal vera fyri øll. Tað haldi eg, at hetta samstarvið og
hendan verkætlanin er eitt rættiliga gott dømi um, sigur borgarstjórin, sum
gleðir seg at sleppa til sjónleik á sínum dagliga arbeiðsplássi í komandi
mánaða.