Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Eitt jólaævintýr eftir Charles Dickens á Tjóðpallinum
Ein jólagysari útsettur fyri pumpiorgul, fagott og violin.
Heimskenda søgan hjá Charles Dickens á Tjóðpallinum. ‘Eitt
Jólaævintýr’ er bæði filmað og pallsett fleiri ferðir, og flestu munnu kennast
við søguna um hin harðrenda og gíriga Scrooge, sum eina jólanátt fær eina
sjáldsama vitjan og verður sendur á eina ferð í fortíðina, nútíðina og
framtíðina. Søgan er bæði spennandi og óhugnalig, men samstundis hjartanemandi
og gevur okkum okkurt at hugsa um – eisini í dag.
Leikurin er ætlaður djørvum vaksnum og størri børnum umleið
12 ár og eldri.
LEIKRIT OG LEIKSTJÓRN: Hans Tórgarð.
LEIKARAR: Páll Danielsen, Beinta Clothier, Jákup D. Wardum og
Herfinnur Árnafjall.
KAPELLMEISTARI: Magnus Johannessen, pumpiorgul.
TÓNLEIKARAR: Angelika Nielsen, violin, og Aksel Remmel, fagott.
LJÓSDESIGN: Turpin Napoleon Djurhuus.
BÚNAR: Katrin Bonde.