Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Nevndin heldur fram við nýggjum varalimum
Á aðalfundinum hjá MáF tann 16. mars stóðu nevndarlimirnir Ebba Sofía Kruse og Hilmar Joensen fyri vali. Bæði stillaðu uppaftur og vórðu vald inn aftur í nevndina. Sostatt heldur nevndin fram við somu nevndarlimum sum frammanundan umframt tveimum nýggjum varalimum, ið eru Rakul í Gerðinum og Lena Danielsen.
Nevndin hevur skipað seg og sær soleiðis út:
Noomi Reinert, forkvinna
Ebba Sofía Kruse, næstforkvinna
Hilmar Joensen, kassameistari
Jákup Dahl Wardum, nevndarlimur
Ann Mari J. Midjord, nevndarlimur
Rakul í Gerðinum, varalimur
Lena Danielsen, varalimur