Maður í ómakaðum hosum

Sjónleikarhúsið í Havn er í hesum døgum karmur um skemtileikin “Maður í ómakaðum hosum”, sum Havnar Sjónleikarfelag setir upp. Hetta er upprunaliga ein íslendskur leikur eftir Arnmund S. Backman, sum Tóra Tóroddsdóttir hevur umsett til føroyskt.

Leikurin snýr seg um eina pensjoneraða kvinnu, Steintóru, sum á veg heim úr handlinum hevur fingið ein ókendan mann inn í bilin. Hon veit ikki hvør maðurin er, ella hvaðani hann kemur, og tað veit, maðurin at síggja til heldur ikki. Ein lítil ábending er tó um okkurt – maðurin er í ómakaðum hosum! Vinfólkini hjá Steintóru koma so hvørt upp í leikin. Tey eru forfard av, at Steintóra kann finna uppá at stjala ein mann úr býnum, og royna tí at hjálpa henni at fáa mannin aftur hagar, hann hoyrir heima.

Leikhópurin: Høgni Joensen, Nora Bærentsen, Oddvá Nattestad, Tóri í Hoyvík, Karin Djurhuus, Jógvan Salomon Joensen, Mike Viderø og Eva Maria Bláhamar.

Leikstjórn: Hans Tórgarð.

Pallmynd: Hjálmar Dam og Nicolaj Falck.

Atgongumerki kunnu keypast á: atgongumerki.fo