Skeið í rødd og rørslu

At læra at brúka rødd og kropp er alfa og omega hjá einum sjónleikara, fyrilestrarhaldara ella einum, ið á ein ella annan hátt skal bera nakað fram alment. Tí skipar MáF nú fyri vikuskiftisskeiði í rødd og rørslu á Føroya Fólkaháskúla tann 5. – 6. september 2015. Lærarar verða Ria Tórgarð og Súsanna Tórgarð. Skeiðið miðjar […]

Barnaleikstevnan 2015

Tann 5. juni skipar MáF saman við dramaskúlanum í Sjónleikarhúsinum og dramaskúlunum í Gøtu og Klaksvík fyri Barnaleikstevnuni 2015 í Gøtu. Nógv ymiskt verður á skránni so sum morgunmatur, skrúðgonga og spennandi leikir framførdir av dramabólkunum. Tiltakið er ókeypis! Øll – stór sum smá – eru hjartaliga vælkomin. Stuðlað tiltakinum hevur Eysturkommuna. Fyri nærri kunning, sí […]

Upptøkuroynd til Fólk og dólgar í Kardamummubýi

Havnar Sjónleikarfelag fer í heyst at pallseta leikin Fólk og dólgar í Kardamummubýi eftir Thorbjørn Egner. Í hesum sambandi bjóðar felagið til almenna upptøkuroynd í Sjónleikarhúsinum  leygardagin 9. mai kl. 10:00. Brúk er fyri nógvum fólkum, og ØLL eru hjartaliga vælkomin at royna seg. Tey sum vilja luttaka, skulu fyrireika eina lítla søgu upp á […]

Menn í sokkabuksum

Leikurin “Menn í sokkabuksum” er úrslitið av eini verkætlan hjá 10. floks næmingum úr Runavíkar- og Tofta skúlum. Næmingarnir hava sjálvir gjørt leikin, sum er bygdur á skemtifilmin hjá Mel Brooks um Robin Hood “Men in tights”. Umframt at hava týtt leikin úr enskum hava næmingarnir eisini smíðað pallin og seymað teir spennandi leikbúnarnar. Tónleikur og sangur er […]

Dreymur Jóansøkunátt í Sjónleikarhúsinum

Skemtileikurin hjá Shakespeare “Dreymur Jóansøkunátt”, sum Sjónleikarfelagið Glotti í Gøtu byrjaði at framføra í mars mánað, verður nú eisini framførdur í  Sjónleikarhúsinum í Havn 23. og 24. apríl kl.19:00. Leikurin snýr seg um eina ósemjandi kærleikssøgu, ein álvakong og -drotning og nakrar handverkarar, ið arbeiða upp á at framføra ein leik fyri aðalsfólki. Aksel Tórgarð […]

Tveir barnaleikir í apríl

Skúlin í Sjónleikarhúsinum fer at framføra tveir barnaleikir í apríl. “Leyvan, gívurin og klædnaskápið”, sum Stephen Wass hevur gjørt til leik út frá kendu søguni hjá C.S. Lewis. Leikurin snýr seg um fýra børn, ið krógva seg í einum klædnaskápi og koma inn í annan heim. Har skulu tey vinna á hvítu gívrina, sum hevur […]

Altjóða leiklistadagur

Í dag – 27. mars – er altjóða leiklistadagur. Í hesum sambandi hevur Thorgeir Tryggvason, formaður í Meginfelag áhugaleikara Íslands, skrivað hesi andbornu orð: Kjarnin í málinum er … Øll list má hava eitt áhugahjarta. Lat meg orða meg á annan hátt: Øll list hevur eitt áhugahjarta. Annars vildi hon bert verið ein vøra. Ein […]

Leikread 2015

LeikREAD letur dyrnar upp til READINGS-framførslur í Sjónleikarhúsinum í Havn 27. og 28. mars 2015 kl. 19.00. Skráin verður soleiðis: Fríggjakvøldið 27.03. Kl. 19.00: LeikREAD verður sett. Kl. 19.10: “Sek” eftir Hrafnhildur Hagalín (ÍS).Leikstjórn: Jón Atli Jonasson (ÌS).Leikarar: Páll Danielsen, Kristina Sørensen, Torkil Tórgarð, Sanna Apol og Kári Mouritsen. Kl. 20.10: “Rithøvundarnir” eftir Alejandro Leiva Wenger […]

Føroyskt mentanarkvøld

Í sambandi við sólarmyrkingina skipa Tjóðpallurin og Havnar Sjónleikarfelag fyri føroyskum mentanarkvøldi í Sjónleikarhúsinum. Hóskvøldið 19. mars kl. 19.30. Brot úr føroyskari mentan, tað myrka og tað ljósa sett saman við spennandi ljóssetan. Aftaná verður føroyskur dansur og ábit av føroyskum mati og føroyskt øl. Kostnaður 400,00 kr. fyri hvønn. Atgongumerkir kunnu keypast í VisitTórshavn.

Dreymur Jóansøkunátt í Gøtu

Enn eina ferð eru tey farin undir sjónleik í Losjuni í Gøtu, og hesa ferð er tað kendi skemtileikurin hjá Shakespeare Dreymur Jóansøkunátt, ella á enskum A Midsummer Night’s Dream. Leikurin snýr seg um eina ósemjandi kærleikssøgu, ein álvakong og -drotning og nakrar handverkarar, ið arbeiða upp á at framføra ein leik fyri aðalsfólki. Aksel Tórgarð […]