Dreymur Jóansøkunátt í Sjónleikarhúsinum

Skemtileikurin hjá Shakespeare “Dreymur Jóansøkunátt”, sum Sjónleikarfelagið Glotti í Gøtu byrjaði at framføra í mars mánað, verður nú eisini framførdur í 

Sjónleikarhúsinum í Havn 23. og 24. apríl kl.19:00.

Leikurin snýr seg um eina ósemjandi kærleikssøgu, ein álvakong og -drotning og nakrar handverkarar, ið arbeiða upp á at framføra ein leik fyri aðalsfólki. Aksel Tórgarð hevur týtt, og Noomi Reinert hevur leikstjórnað. 

Atgongumerki fáast á telefon 280820 ella við dyrnar 1 tíma undan sýningini. Kostnaðurin er kr. 150 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn (14 ár og undir).