MáF luttekur á leikstevnu í Íslandi

Tann 4. oktober fer MáF at luttaka á leikstevnu í Kópavági nevnd NEATA Short Play Festival. Tað er Bandalag íslenskra leikfélaga, sum hevur bjóðað MáF at vera við á hesi stevnu, har eisini fleiri íslendsk leikfeløg luttaka. Leikstevnan er eitt afturvendandi tiltak, sum Máf hevur luttikið í áður. Sum heitið á stevnuni sigur, verða stuttir leikir framførdir á eini […]

Sjónleikarháskúli í januar 2015

Fyri øll tey, ið eru bitin av at spæla sjónleik og kanska hava ein dreym um eina yrkisleið innan sjónleik, bjóðar Ryslinge Højskole nú eitt sjónleikaraskeið frá 4. januar til 20. juni 2015. Millum undirvísarnar teljast professionellir sjónleikarar sum eitt nú Nicolaj Kopernikus og Susan A. Olsen. Eisini verður Ghita Nørby ein av gestalærarunum. Um hetta […]

Skúlin í Sjónleikarhúsinum byrjar aftur

Tilmelding til sjónleik fyri børn og ung fer fram gjøgnum kvøldskúlan. Væntandi verða 3 bólkar: Ein bólkur til byrjarar Ein bólkur til tey, sum hava gingið 2 – 4 ár Ein bólkur til tey, sum hava gingið longri enn 4 ár ella eru yvir 13 Undirvísarar eru Hedvig Westerlund-Kapnas, Sanne Storm og Páll Danielsen. Skúlin er […]

Ein komisk tragedia á Tjóðpalli Føroya

Orsaka! á Tjóðpallinum Ein komisk tragedia ella ein tragisk komedia Gerandisdagurin fær eina vælmeinta skortfleingju, tá ið tær tríggjar sjónleikakvinnurnar Gunnvá Zachariasen, Beinta Clothier og Jensina Olsen tann 3. september fara á pall í leikinum Orsaka! Við eini røð av smærri søgum, um stórt og smátt, ironisera tær um tragikomisku treytirnar, sum tilveran býður okkum […]

Nýggjur leiðari á skrivstovuni hjá MáF

Góðu limir og øll sjónleikaraáhugaði! Frá 25. august verður Ingun Christensen dagligur leiðari á skrivstovuni hjá MáF. Hon avloysir Eir í Ólavsstovu í eitt hálvt ár. Ingun Christensen er útbúgvin korrespondentur í týskum og enskum og síðan hevur hon tikið BA (Bacherlor of modern Languages and Business Studies) í enskum og ED (Den Erhvervssproglige Diplomuddannelse) […]

Rødd og rørsla uppfylging

SKEIÐ: At læra at brúka rødd og kropp er alfa og omega hjá einum sjónleikara. Tí skipar MáF nú fyri vikuskiftisskeiði í rødd og rørslu. Lærarar verða Ria Tórgarð og Súsanna Tórgarð. – Endamálið við skeiðnum er at gera luttakararnar tilvitaðar um, hvussu rødd og kroppur eru tengd at hvørjum øðrum. Soleiðis økist førleikin at […]

Kveikjandi seinnapartur á Dramaverkstaðnum í Havn

Í morgin kemur kendi danski drama- námsfrøðingurin Helle Hauger á vitjan á Dramaverkstaðnum í Havn , har ferð hon at greiða frá sínum royndum við at undirvísa børn og ung í drama. Øll eru hjartaliga vælkomin at lurta og spyrja hana spurningar. Tiltakið er ókeypis og er fyri øll sum hava áhuga fyri at undirvísa børnum […]

Farið og hyggið at spennandi sjónleiki

Í hesum døgum er eldrabólkurin Drakomir og spælir sjónleik í Føroyum. Tey spæla í Nólsoy í kvøld. Í Spaniastovu í Klaksvík fríggjadagin kl 16.00 og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði kl. 16. Tað kostar bert 50 kr at hyggja at leikinum so farið og hyggjið tí  hetta er ein leikur sum viðkemur okkum øllum.   

Eldrabólkur kemur til Føroya at spæla sjónleik

 Í døgunum frá 8. apríl til fríggjadagin tann 11.apríl, kemur ein bólkur av eldri til Føroya at spæla sjónleik Tey taka upp evnir og viðgera tað sum er átrokandi serliga fyri pensionistar men sum er viðkomandi fyri okkum øll.  Sýningarnar eru hesar: Týsdagin kl. 16 á Tjóðpallinum sýningin er ókeypis fyri pensionistar Mikudagin kl. 19.30 á […]

Ummælið av Mýruborg

Eitt ummæli frá Beate Samuelsen:  Gysarin “Morð á Mýruborg” á Sandi65 ára føðingardagurin hjá harragarðseigaranum William Mýruborg fer ikki rættiliga fram sum ætlað. Okkurt fær detektivarnar George Garrvilt og Alex Torden heilt upp í tað reyða feltið.——Tey munnu vera fá, sum ikki fegnast yvir at fáa eina innbjóðing til ein føðingardag.Og tá hjúnini Irena og […]