Ummælið av Mýruborg

Eitt ummæli frá Beate Samuelsen: 


Gysarin “Morð á Mýruborg” á Sandi

65 ára føðingardagurin hjá harragarðseigaranum William Mýruborg fer ikki rættiliga fram sum ætlað. Okkurt fær detektivarnar George Garrvilt og Alex Torden heilt upp í tað reyða feltið.

——
Tey munnu vera fá, sum ikki fegnast yvir at fáa eina innbjóðing til ein føðingardag.
Og tá hjúnini Irena og William Mýruborg fyrireika seg til at gera nógv burturúr degnum, nú ríkmaðurin William rundar tey 65 árini, verða øll segl sett til fyri at gestirnir skulu fáa eina uppliving, sum teir ongantíð gloyma.
Gestirnir eru glaðir og lagið er gott. Longu í somu løtu, tú sum gestur trínur inn um Mýruborgargátt, er støðið lagt við m.a. livandi violin- ella guitartónleiki – eisini undir borðhaldinum.
Stásiligi, elligamli harragarðurin, í hesum føri ungmannafelagshúsið Virkið á Sandi, er shinaður upp eftir øllum “kunstins” reglum. Nýmálaðir og pyntaðir veggir við gull-liljum, gullinnrammaðir málningar eftir kendum listafólkum, reyðir gólvleypararar, livandi ljós, ja, you name it. Har manglar einki.
Mýruborgarfólkini hava rættiliga spílað seg út. Húsfrúgvin Irena Mýruborg prálar dúgliga og vísir gestunum runt. Eisini dóttirin er boðsend heim til henda stóra dag. Hon, sum er eygnasteinur pápans og arvingur til stóra garðin, livir sum fyrsta floks stjørna uttanlands – sambært hennara egnu orðum.

Pimparí í tí fjalda
Men uttan trúgv tænastufólk ber ikki til at liva í eini glæstriborg, har hjúklað verður um gestirnar við pinnamati og vælkomstdrykki, áðrenn farið verður til borðs í stóru, veitsluskrýddu matarhøllini á Mýruborg saman við 30 serliga innbodnum gestum.
Far endiliga ikki skeivur. Vit eru í 1950-unum. Annar heimsbardagi er júst farin afturum. Javnstøða millum kvinnur og menn er um hetta mundið eitt ókent fyribrigdi.
Munur verður í so máta gjørdur á kvinnum og monnum í veitslum. Menn drekka sterkari løg enn kvinnur, sum í staðin í loyndum “skáps-pimpa” eitt sindur í tí vón, at eingin varnast hetta.
Tað leggur absolutt ongan dempara á eina veitslu sum hesa. Konufólkini sleppa ikki við, tá mannfólkini verða boðin til ein eyka aperitif, ein whisky-sjuss, í “harraverilsinum”, skrivstovu William Mýruborgs. Soleiðis var tað tá. Prátið gongur lívliga.

50’ara snið
Tú kennir teg veruliga sum føðingardagsgest á Mýruborg, har ungir tænararar nærum detta um síni egnu bein og gera sítt ítarsta, tá teir við hestaskógv-formaða borðið borðreiða við fleskasteik við øllum grønum, sum hartil hoyrir, og reyðum árgangsvíni afturvið.
Ymiskt er, hvønn kunnleika gestirnir hava til føðingardagsbarnið William Mýruborg. Millum gestirnr eru detektivarnir George Garrvilt og Alex Torden. Hví teir eru við, er óvist. Teir kenna sum so ikki so nógv til føðingardagsbarnið, men eftir sum teir allíkavæl eru staddir har í býnum og taka sær av løttum hetta kvøldið, hava teir tikið við innbjóðingini. Sum annar teirra upplýsti fyri ummælaranum, stendur ikki so væl til við tí fíggjarliga hjá harra Mýruborg, sum gestirnir annars hava lyndi at halda í hesum fína selskapi við gestum, har fleiri eru snollaðir upp í 50-ara pløggum og smyrsli. Onkur enntá við einum revi um hálsin og svørtum minkhatti.
Sum heitið á leikinum “Morð á Mýruborg” heilt týðuliga ber boð um, fer føðingadagurin ikki fram uttan eitt drama, sum fær detektivarnir George Garrvilt og Alex Torden heilt upp í tað reyða feltið.

Super leikkarmar
Allir gestir vera leiddir runt á Mýruborg í sambandi við uppkláringaarbeiði hjá detektivunum. Ikki er tað fyri sartar sálir at uppliva ta meiri døkku síðuna av tí, sum upprunliga sýntist so deiligt og at anda í tí bera “idyll”. Undir yvirflatunum sær alt munandi annarleiðis út.
“Morð á Mýruborg” man verða hin fyrsti leikurin av hesum slag her í landinum, har áskoðararnir sum gestir gerast rættiligir partar av leikinum, sum ungfólk í ungmannafelagnum Virkinum framføra. Saman við øðrum, m.a. leikstjóranum Sóley Danielsen, hava ungu fólkini skrivað leikin. Leikurin er skrivaður til teir karmar, sum húsið Virkið bókstavliga rúmar.
Fyri mongum árum síðani plagdu sandingar javnan at spæla sjónleik, men seinnu árini hevur einki tílíkt virksemi verið, uttan árliga føstuskemtið.
Á heysti 2013 var hugskotið at skriva og spæla sjónleik luftað fyri ungfólki á Sandi, sum høvdu hug at vera við, og var áhugin stórur.

Ikki uttan nervar
Nakað herfyri kom so leikstjórin Sóley Danielsen uppí leikin. Tað er MÁF, Meginfelag Áhugaleikara, sum stuðlar feløgum sum Virkið, so tað ber til at hava útbúnan leikstjóra. Hon hevur lagt teimum ungu leikarum lag á. Saman við henni hevur dúgliga verið vant í tveir mánaðir, líka til í gjárkvøldið, tá thrillarin “Morð á Mýruborg” fór av bakkastokki á Sandi.
Uttan ta stóru vælvild, leikararnir hava fingið frá fólki, m.a. Torgerð Suðuroy, hevði ikki borið til at sett “Morð á Mýruborg” upp í tí sniði, sum áskoðararar hava møguleika at uppliva saman við leikarunum, ið sjálvandi ikki vóru heilt uttan “nervar” til premieruna fríggjakvøldið.
Men tað skal nokk ganga, um gestirnir gera sítt til at spæla við sum gestir í føðingardagsveitsluni hjá William Mýruborg og heldur váttligu konu hansara Irenu í leikinum “Morð á Mýruborg”.
Har hendir mangt og hvat óhugnaligt, sum vit ikki skulu koma nærri inn á ummælinum.
Aftaná fyrsta leikin av hesum slag, kundi verði stuttligt, um ungir sandingar tóku táttin upp, einaferð um árið at fara á pallin við egnum, nýskrivaðum gysara-leiki og harvið vísa restini av landinum, at hetta ber væl til.
Um onkur ætlar sær at síggja leikin, ræður um at bera skjótt at. Hann verður bara spældur til og við 3. apríl.