Gleðilig jól og eitt gott nýggjár
Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Er tað í lagi at tosa um harðskap í heiminum?
”Eg upplivdi at andin hjá Dario Fo sveimaði yvir hesi sýningini: politisk,
provokerandi, klovnaleikur – og tað er ikki smávegis rós”
Soleiðis skrivar íslendski ummælarin Silja
Aðalsteinsdóttir um leikin Shhh!, sum verður vístur í Norðurlandahúsinum 20.
oktober.
Shhh! er ein hugtakandi og rørandi sjónleikur eftir
íslendska listabólkin Ratatam, sum byggir á dokumentariskt tilfar. Leikurin er skaptur
út frá yvir 200 tímum av samrøðum við fólk, sum hava upplivað harðskap í
heiminum: offur, gerningsfólk og avvarðandi.
Søgurnar vóru ofta ræðuligar og pínufullar, men so
løgið tað ljóðar, lá tíðum eisini ein myrkur humor undir.
Tað sigst at látur er okkara besti vinur, tá
sorgarleikurin er harðast. Ein lætti tá tíðirnar eru torførar. Hetta var eisini
tað sjónleikabólkurin legði til merkis, tá tey arbeiddur við øllum teimum
ræðuligu søgunum. Við at siga nakrar av søgunum ígjøgnum sjónleik, vónar Ratatam
at kunna hjálpa offrum at lekja, at undirhalda og at lata eyguni hjá
áskoðaranum upp fyri smáu og ókendu síðunum av harðskapi í heiminum.
Ratatam, sum í 2017 varð kosin at vera ársins
listabólkur í Reykjavík, brúkar sjónleik at bresta tabu-bløðrurnar í
samfelagnum. Endamálið við Shhh! er at bróta tøgnina, sum er um harðskap í
heiminum.
Ummælarar bæði í íslandi og í Danmark eru á einum
máli um, at hesin leikurin er verdur at síggja:
” Einbæði rørandi og hugtakandi leikur, heilt vist verdur at viðmæla” Kulturkongen
****** DK
”Hyggið at sýningini. Hon er verd tað. Hon hevur nakað uppá hjarta” Hugrás IS
“Líka mikið hvat áskoðarin heldur at hann veit ella
kann vænta sær, verður hann bilsin! Har er eitt margfeldni, hugflog og kæti
yvir sýningini, sum bæði er at gleðast um, men sum eisini tekur ein á bóli, tá
hugsað verður um, hvussu álvarsamt og tabu-tyngt evnið er.” Kvennablaðið IS
Leikurin verður framførdur á enskum.