Ferðafrásøgn frá DATS Teater Festival 2023

Frá 29. september til 1. oktober 2023 skipaði DATS (Dansk Amatør & Teater Scenekunst) fyri sjónleikarfestivali í Nykøbing Falster. Í hesum sambandi luttók Mariann Johansen, nevndarlimur í MáF, og limur í Suðuroyar Sjónleikarfelag, á festivalinum.

Niðanfyri er ein ferðafrásøgn frá Mariann Johansen frá túrinum:

Eg fekk møguleikan at fara á ein teaturfestival í Nykøbing Falster, og var hetta sera áhugavert fyri meg. Havi havt nógv við áhugaleik í Suðuroynni at gera, og siti eisini í nevndini hjá MáF, so kundi ikki takka nei til hendan møguleikan.

Hetta er fyrstu ferð, at eg havi verið á ferð sum umboð fyri MáF, og tí visti eg ikki ordiliga, hvat ein tílíkur festivalur innihelt, og tí var hetta spennandi fyri meg at uppliva. Tí at mín áhugi fyri áhugaleiki er sera stórur.

Tá eg hyggi afturá, so kendist tað kanska eitt sindur langt at fara. Tórsdag seinnapart norður við Smyrli, og yvirnátta hjá einari vinkonu í Havn, fyri at kunna náa flogfarið fríggjamorgunin. Tað tók tveir tímar at koyra frá Keypmannahavn til Nykøbing Falster, men eg náddi at verða á staðnum fríggjadag klokkan 16, tá festivalurin byrjaði.

Eg búði á einum sera hugnaligum lítlum hotelli, stutt burtur frá har, sum festivalurin varð hildin.

Eg hugsi, at um eg gjørdi tað umaftur, so hevði tað verið hugaligari at verið saman við onkrum. Bæði tí, at leiðin var so long at fara, og festivalurin var bara eitt vikuskifti, og eisini fyri at kunna deila upplivingina við onkran, og fyri at kunna tosa um leikirnar, tí at hyggja eftir sjónleiki er nakað heilt serligt. Tíbetur høvdu tey skipað tað soleiðis, at man hevði møguleika at spyrja inn til leikin aftan á hvørja sýning, og tað haldi eg riggaði ordiliga væl.

Festivalurin varð fyrireikaður av DATS, sum er amatør teatur felagið fyri Danmark. Festivalurin var sera væl fyrireikaður, og riggaði væl at hava hendan í Sprøjtehus Teatret, sum hevði fleiri teatursalir til at vísa fram sjónleik.

Tað byrjaði við, at vit fingu eina rundvísing av fólki á staðnum. Tað var mentanarnátt hetta fríggjakvøldið, og tað var sera hugnaligt í býnum.

Síðani var felags døgurði, og fólk fingu møguleika at práta saman. Tey flestu vóru í bólkum.

Tað vórðu vístir fleiri leikir í ymiskum genrum og av ymiskum aldursbólkum. Teir leikirnar, sum eg sá, vóru sera væl spældir. Eg velji at nevna tveir. Tað var sera áhugavert at síggja, hvussu væl tey dugdu, og hvussu væl alt var fyriskipað.

“Fem Nøgler til en Rød Symfoni”: Hesin leikurin var sera hugtakandi. Ein forteljing um eitt listafólk, eitt menniskja, sum hevði mist seg sjálvan burtur, tí at trongdin at skapa var so stór, men hann var so sjálvkritiskur, at onki var gott nokk. Ein sterk forteljing, og sera væl spældur av hesum unga manninum.

Ein annar leikur var “Onkel Vanja. Her var tað gjørt sera nógv burturúr palli og búnum, og stuttligt at síggja ein leik frá einari heilt aðrari tíð. Um lívið a landinum, og um evni so sum kærleika, forelskilsi, fyrigeving o.s.fr. Ein flottur leikur við góðum leikarum.

Eg haldi, at tað var kveikjandi og áhugavert at vera á hesum festivalinum, og eg takki MáF fyri møguleikan at gerast hesa upplivingina ríkari.