Gleðilig jól og eitt gott nýggjár
Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Hans Andriasarhús verður virkið hús innan skaldskap og sjónleik
Í dag hevur Meginfelag Áhugaleikarafelag Føroya (MÁF) skrivað undir leigusáttmála um hølir í Hans Andriasarhúsi, undir Pisuvarða 2. Felagið hevur verið í húsinum síðan í nítiárunum í samstarvi við Havnar Sjónleikarafelag.
Nú er virksemið í húsinum endurskipað og kemur umframt MÁF eisini Rithøvundafelag Føroya og Leikarafelagið at húsast í húsinum. Harumframt kemur Tórshavnar býarsavn at taka sær av Góðustovu, har ymiskt søguligt er í sambandi við skaldskap og lív hjá Hans Andriasi Djurhuus og konuni Petru.
Ætlanin er at húsið skal gerast eitt virkið hús innan skaldskap og sjónleik. Eisini eru ætlanir um at hava opið hús fyri almenninginum eina til tvær ferðir árliga.
Á myndini síggjast Ingun Christensen, dagligur leiðari í MÁF og Heðin Mortensen, borgarstjóri.