Gleðilig jól og eitt gott nýggjár
Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Høm høm í summarhúsinum
Sjónleikardeildin Glotti fer í næstum at framføra skemtileikin Høm høm í summarhúsinum í Losjuni við Gøtugjógv.
Marc Camoletti skrivaði leikin í 1987 við upprunaheitinum Don’t Dress for Dinner, og hevur hann verður framførdur kring knøttin síðan tá. Eitt nú stóð Klaksvíkar sjónleikarfelag fyri einari væleydnaðari uppsetan fyri 22 árum síðan.
Leikurin snýr seg um vinnulívsmannin Bernard, sum so at siga hevur alt, hann kann ynskja sær. Eydnan er við honum bæði sum vinnulívs- og familjumaður. Í mong harrans ár hevur hann notið eina fjálga og og kanska eitt sindur litleysa tilveru saman við konuni Jacqueline. Nú hevur Bernard lagt eitt fullkomið vikuskifti til rættis. Summarhúsið er leigað, konan er á veg at vitja mammu sína, so nú er lagamanni at forkela elskarinnuna, ið hevur føðingardag. Bernard hevur gjørt alt klárt, enntá bílagt ein kokk at standa fyri matgerðini og fingið ein vinmann at vera prógv fyri fráveru sína. Eitt framúrskarandi kvøld er so at siga tryggjað … ella hvat? Leikurin er ein fløkja av teimum stóru, og áskoðarin sleppur sum flugan á vegginum at eygleiða skemtið og misskiljingarnar sum perlur á rað.
Leikstjórnað hevur íslendingurin Jóel Sæmundsson, og Dávið Örn Óskarsson hevur sniðgivið pallin.
Leikarar eru: Arnfinnur Nesá (Bernard), Noomi S. Reinert (Jacqueline), Magni Joensen, Ann Mari Jaspursdóttir, Elsa Maria Magnusardóttir Olsen og Ólavur Justesen.
Frumframførsla er leygarkvøldið 19. februar kl. 19:00.
Atgongumerki til sýningarnar annars kunnu bíleggjast á telefon 280820