Lýsing eftir ungdómum 18 – 25 ár við áhuga í sjónleiki

Ert tú 18 – 25 ár? Hevur tú áhuga í sjónleiki? Hevur tú hug at fara til fleiri ymisk Norðurlond og fáa undirvísing innan palllistamentan umframt í Føroyum? So hevur tú møguleikan nú uttan at rinda eina krónu.

Sum umboð fyri Føroyar er MáF við í einum norðurlendskum verkætlanarsamstarvi saman við Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi. Verkætlanin eitur Nordic MasterClass og hevur til endamál at menna ungdómar við áhuga innan sjónleik.

Sum luttakari sleppur tú saman við øðrum norðulendskum ungdómum at ogna og menna tær vitan og royndir innan palllistamentan í 6 Norðurlondum. Hetta er bygt upp sum vikuskiftisskeið í hvørjum landi við seks ymiskum undirvísarum úr teimum ymisku londunum, og tí fara undirvísingarhættirnir eisini at vera ymiskir og geva tær sum luttakara eina fjølbroytta frálæru.

Í Føroyum verður tað Kristina Sundar Hansen, ið fer at undirvísa við støði í ”Kópakonuni”. Kristina hevur drúgvar royndir sum bæði sjónleikari og leikstjóri. Hon hevur eitt nú spælt í sjónleikum sum “Mín fantastiska skilsmissa” og “Um at vera menniskja” og hevur leikstjórnað leikir sum “Ómegd”, “Virus” og barnaleikin “Heksirnar”.

MáF hevur brúk fyri 3 ungum fólkum úr Føroyum. Sum luttakari bindur tú teg til at luttaka á øllum skeiðunum, sum ætlandi byrja á vári 2022 og verða spjadd út yvir umleið eitt hálvt ár ella so.

Hevur hetta áhuga ella ynskir tú at hoyra nærri, ert tú vælkomin at seta teg í samband við MáF á t-posti maf@maf.fo ella ringja á tlf. 285624.