Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
MáF 40 ára føðingardag
Í dag fyri 40 árum síðan 23. september 1979 var Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) sett á stovn. Um nakar tá hevði ímyndað sær, at felagið enn var á lívið 40 ár seinni, er ilt at siga. Men so er, áhugaleikurin stórtrívist enn í dag, og meginfelagði hevur íalt átta limafeløg, har flest teirra eru virkin við leikum og kabarettum á hvørjum ári. Stóri dagurin hjá MáF var var hildin á SALT á Tvøroyri í vikuskiftinum. Stórfingnir karmar um ein stóran dag.
Eitt sera væleydnað hátíðarhald, sum gjørdist enn meira serstakt, tí tríggir fyrrverandi nevndarlimir frá tí fyrstu nevndini, tá MáF var stovnað í 1979, vóru til staðar: Jógvan E. Ósá, Oddvá Nattestad og Gulla Øregaard. Hesi trý settu eisini sín dám á hátíðarhaldið við at siga frá ymiskum í samband við stovnanini av MáF og tí nevndararbeiði o.ø., sum hetta hevði við sær. Talan hjá Gullu Øregaard kann lesast á hesum leinki: Gulla Øregaard_Máf tala á 40 ára haldi í Salt
Eitt annað serstakt var eisini, at av teimum seks nevndarformonnunum og kvinnunum, sum MáF hevur havt hesi 40 árini, vóru fýra til staðar á hátíðarhaldinum leygarkvøldið. Tey vóru Jógvan E. Ósá, sum var fyrsti nevndarformaður í MáF og sat frá 1979-1980, Gulla Øregaard, ið sat frá 1980 – 1986, Hilmar Joensen, ið sat frá 2000 – 2015 og núverandi nevndarforkvinna Noomi S. Reinert, ið hevur sitið síðan 2015.
MáF takkar øllum tykkum, ið góvu tykkum stundir at halda dagin saman við fyrisiting og nevnd hjá MÁF. Eisini takka vit tykkum á SALT, ið løgdu tykkara fantastiska hús og hølir til tiltakið og annars øllum tykkum, ið á ein hvønn hátt hjálptu til og góvu tykkara íkast til hátíðarhaldið við m.a. undirhaldi og røðum. Myndir frá hátíðarhaldinum kunnu síggjast við at trýsta á hetta leinkið.
Í samband við 40 ára dagin almannakunngera vit eisini nýggju heimasíðuna hjá MáF, sum tit vónandi taka væl ímóti. Her finna tit eisini ein samandrátt av søguni, frá tí MáF var stovnað í síni tíð, og kunnu lesa eitt sindur um søguna hjá meginfelagnum: Søgan hjá Meginfelag áhugaleikara Føroya