Gleðilig jól og eitt gott nýggjár
Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
MáF í Nordisk SeniorTeater samstarvi
Fyrr í ár fór MáF inn í eina spennandi samstarvsverkætlan saman við trimum øðrum norðurlondum – Danmark, Svøríki og Noreg – um ein felags pall fyri áhugaleik millum tað gráa gulli í okkara londum. Heiti á verkætlanini er “Digital platform for Nordisk SeniorTeater”.
Endamálið við samstarvinum er at skifta orð um og styrkja áhugaleik millum eldri og geva hvørjum øðrum íblástur. Hetta er ein so at siga nýggjur háttur at samstarva innan áhugaleik millum eldri, av tí at hetta er eitt umráði, ið ikki hevur verið serliga virki í fleiri londum. Summir av luttakarunum hava kanska verið virknir innan (áhuga)sjónleik á yngri árum, meðan hetta er ein nýggj verð hjá øðrum. Her luttaka eldri fólk, sum bæði eru væl fyri, sita í rullistóli, brúka gongustativ eru minnisveik og so framvegis, so spenni fyri, hvør luttekur ella kann luttaka, er víða.
MáF hevur í tveimum føri havt umboð, nevndarlim Rúnu Mortensen, sum hevur luttikið á fundi og festivali í samband við samstarvsverkætlanina. Vit miða eftir, at vit eisini í Føroyum kunnu fáa eitt virki lív innan áhugaleik millum eldri.
Her eru nakrar myndir frá SeniorTeater Festivalinum í Korsør, sum Rúna luttók í síðst i oktober mánaða.