Gleðilig jól og eitt gott nýggjár
Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
MáF luttekur á leikstevnu í Íslandi
Tann 4. oktober fer MáF at luttaka á leikstevnu í Kópavági nevnd NEATA Short Play Festival. Tað er Bandalag íslenskra leikfélaga, sum hevur bjóðað MáF at vera við á hesi stevnu, har eisini fleiri íslendsk leikfeløg luttaka. Leikstevnan er eitt afturvendandi tiltak, sum Máf hevur luttikið í áður. Sum heitið á stevnuni sigur, verða stuttir leikir framførdir á eini 10 – 15 minuttir. MáF luttekur við trimum leikum skrivaðir á Leiklistaskúla Føroya, og sum ongantíð eru framførdir alment áður. Níggju føroyskir leikarar, sum eisini hava luttikið á Leiklistaskúla Føroya, vera við, harímillum tveir leikstjórar og ein pallmeistari (scenografur). Meira verður at hoyra um leikstevnuna, og hvussu framførslurnar hava hildnast, tá ið MáF hevur luttikið.