MáF vitjan av Ung Teaterscen
Tann 10. januar 2024 høvdu MáF og Ung i MáF vitjan av Ung Teaterscen frá Svøríki.
Ung Teaterscen er áhugasjónleikarafelagið fyri børn og ung í Svøríki. Felagið umboðar 35 áhugasjónleikarafeløg fyri børn og ung, og er fíggjað av svenska statinum.
Endamálið við vitjanini hjá Ung Teaterscen var at tosa um møguligt samstarv millum Ung Teaterscen og Ung í MáF.
Á myndunum síggjast Noomi Reinert, forkvinna í MáF, Teresa Reinert, forkvinna í Ung í MáF, og Paloma Halén Román, aðalskrivari í Ung Teaterscen.