Ung í MáF vitjan úr Grønlandi

Tann 18. til 21. mars høvdu Ung í MáF vitjan av grønlendskum áhugaleikarum.

Vitjanin endaði við eini lítlari framførslu í Klingruni í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 21. mars.

Tey ungu luttóku eisini á Open Mic í Reinsaríinum, og vóru í Løkshøll og sóu sangleikin Vakurleikin og Beistið.