Nýggj nevnd í sjónleikadeildini hjá Losjuni Glotti
Stuðulsfreist fyri 2. ársfjórðing 2025
Stuðulsfreist fyri 1. ársfjórðing 2025

NEATA Short Play Festival 2016
NEATA Short Play Festival 2016 er ein leikstevna fyri áhugaleikfeløg, ið eru limir í NEATA (North European Amateur Theatre Alliance). Í 2016 er MáF vertur fyri stevnuna, ið verður í Føroyum í døgunum 7. – 8. oktober. Umframt Føroyar luttaka íalt 7 norðurlendsk og evropeisk lond: Ísland, Danmark, Svøríki, Finland, Letland, Estland og Litauen.
Umleið 70 leikarar fara at framføra stuttar nýskrivaðar/nýtolkaðar leikir á uml. 5 – 15 min. Sostatt verður møguleiki fyri bæði luttakarar og almenningin at síggja út við 20 leikir úr 8 londum við ymiskari mentan og máli. Tí er eisini eitt av krøvunum til leikirnar, at teir eru so mikið visuellir, at allir áskoðarnir skilja leikirnar.
Sjónleikarhúsið í Havn verður karmur um tiltakið. Leiksýningar verða bæði fríggjakvøld og leygardag seinnapart og verða almennar.
Leiksýningar:
Fríggjadag 7. oktober kl. 18:30 (Setan og leiksýningar)
Leygardag 8. oktober kl. 14:00
Atgongumerkir kunnu keypast á Kunningarstovuni í Havn frá fríggjadegnum 23. september og í Sjónleikarahúsinum í Havn ein tíma undan sýning. Kostnaðurin av atgongumerkinum er kr. 160,-. Avmarkað nøgd.
Faldari við skrá o.ø sæst við at trýsta á leinkið niðanfyri.