NEATA Short Play Festival 2022 Örebro í Svøríki

Í døgunum 23. – 24. september luttók Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) í NEATA Short Play Festival 2022 í Svøríki. Tað var Amatörteaterns Riksförbund í Svøríki, sum skipaði fyri festivalinum, sum fór fram á Nya Teatern í Örebro. Øll NEATA limalondini vóru bjóðaði, harav fýra luttóku. Umframt Svøríki luttóku Føroyar, Lettland, Litava og Estland. NEATA er ein felagsskapur fyri áhugaleik, sum fevnir um Norðurlondini Ísland, Føroyar, Danmark, Noregi, Svøríki, Finnland og Baltalondini Estland, Lettland og Litava.

MáF luttók við einum stuttleiki, sum varð skrivaður á skriviskeiði, sum MáF skipaði fyri í mars mánað í ár. Bjørg Jacobsen og Katrin Reynisdóttir hava skrivað leikin. Heitið á leikinum var, Er tað so, sum er eitt slag av skemtileiki við einum veti av drama, sum so at siga hevði sína frumframførslu á festivalinum. Úr Føroyum luttóku leikararnir Eir í Ólavsstovu og Rannvá Álaberg umframt umboð fyri MáF, ið vóru Hanus Gregersen, nevndarlimur í MáF, og Ingun Christensen, dagligur leiðari á MáF. Leikurin varð sera væl móttikin.

Litava luttók við leikinum Vaižgantas, Estland luttók við leikinum The Father, Lettland luttók við leikinum The Bench og Svøríki luttók við Improvisation. Leikframførslurnar endaðu við einari rørandi gestaframførslu við Evu Dällerud – Jag, mamma och Förintelsen / Me, mother and the holocaust, ið er grundað á uppliving hjá mammu Evu, tá ið hon sum stór smágenta var í týskari fangalegu undir 2. Verðaldarbardaga.

Afturat framførslunum fingu luttakararnir høvi at luttaka á leiklistaverkstøðum og kundu velja millum: Workshop in costume, Workshop in norm criticism og Workshop in spoken word.

Ein sera gevandi og hugkveikjandi festivalur, har luttakandi limalondini fingu høvi at hittast, tosa saman og knýta bond.

Nakrar myndir frá festivalinum síggjast her.

Sjónbandabrot frá føroyska leikinum síggjast niðanfyri: