Gleðilig jól og eitt gott nýggjár
Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Norðoyastevnuteiti
TÍÐINDASKRIV FRÁ KLAKSVÍKAR SJÓNLEIKARAFELAG
Stuttlig endurreising á Norðoyastevnu
Norðoyastevnan, ið verður hildin í Klaksvík fyrsta vikuskiftið í juni, er fyrsta stevnan á árinum. Tað er á Norðoyastevnu, at kappróðrarfeløgini skjóta kappingarárið í gongd og soleiðis eisini summarið. Hettar er nú sum fyrr, men Norðoyastevnan kann sigast at verða nógv broytt, síðani tað bleiv koyrandi ígjøgnum Norðoyatunnilin. Ein fastur táttur, ið plagdi at vera á Norðoyastevnu, var Norðoyastevnuteitið; ella bert “teitið”, ið tað varð kallað. Teitið, sum vit kendu tað, fór tó í dvala og hevur ikki verið á Norðoyastevnuskránni síðani 2005. Teitið vendi tað álvarsama til skemt og varð altíð væl vitjað. Ikki minst var tað ómakaleyst hjá stevnugestum at detta inn á gátt í Atlantis, har leikarar úr Klaksvíkar Sjónleikarafelag syrgdu fyri, at vit saman kundu flenna at lokalum og samfelagsligum evnum, ið høvdu stungið seg upp gjøgnum árið; ella bert fyri lítlari løtu síðani. Jú, víst var tað gaman at møtast á stevnu!
Eftir øll hesi árini uttan teitið á Norðoyastevnuskránni, endurreisa klaksvíkingar nú Norðoyastevnuteitið! Og Klaksvíkar Sjónleikarafelag syrgir fyri, at til Norðoyastevnuteitið 2018 verður alt sum fyrr: Onkur rámandi táttur, túnatos á tiltikna bonkinum og tónleikur frá húsaorkestrinum – alt samalt á pallinum í Atlantis. Endurreisingin 2018 snýr seg um, hvussu vit onkuntíð muga lýta aftureftir fyri at kunna flyta okkum frameftir.
Endurreising av Teitinum og Nevndini
Á nevndarfundi hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag 17. mai varð nevndin skipað av nýggjum. Norðoyastevnuteitið 2018 verður sostatt endurreist undir leiðslu av nýggjari nevnd, sum nú sær soleiðis út: Ann Mari Jaspursdóttir Midjord (forkvinna), Durita Samuelsen (næstforkvinna), Nicolina Rubeksen (skrivari), Louis Poulsen (kassameistari), Durita Joensen (nevndarlimur), Jógvan Salomon Joensen (tiltakslimur) og Jógvan á Høvdanum (tiltakslimur).
Mest sum øll nevndin verður at síggja á palli á Norðoyastevnu við einari rúgvu av góðum fólki afturat sær. Norðoyastevnuteitið 2018 kann sigast at verða væl manna við einari stórari leikarafjøld, ljóð- og ljós monnum og tónleikarum.
Tey leikandi: Durita Joensen, Emry Jo, Louis Poulsen, Jógvan á Høvdanum, Eliana Svøðstein, Barbara Hentze, Durita Samuelsen, Nicolina Rubeksen, Jancy Poulsen, Liljan Eysturdal Køtlum, Clara Kristina Sigurðsson og Hanus Gregersen.
Ljóð- og ljós menn: Rói Leiti Poulsen og Kristian Danbjørg Heinesen.
Tónleikarar: Oddur Joensen (gittar), Djóni Nolsøe Fischer (bass) og Harald Fonsdal Johannesen (trummur).
Ongantíð hevur ein endurreising verið so stuttlig, og til ber at uppliva hana við at trýsta á leinkjuna her: http://www.atlantis.fo/cinema/movie/18590
Vit gleða okkum at síggja tykkum í Klaksvík. Góða Norðoyastevnu!