Frá vinstru: Marita Klein Joensen, Birita Djurhuus, Heidi Strømsten, Arnfinnur Nesá, Noomi Reinert, Dávid Nielsen og Brandur Niclasen.

Nýggj nevnd í sjónleikadeildini hjá Losjuni Glotti

Tann 10. mars var ársfundur hjá Sjónleikadeildini hjá Losjuni Glotti. Her var fundast um seinasta árið hjá deildini, framtíðina og eisini var nýggj nevnd vald. Fundurin var lokin kl. 18:00, og eftir hetta skipaði nevndin seg.

Arnfinnur Nesá, sum hevur verðið ein góður formaður fyri deildina í nøkur ár, bleiv afturvaldur sum formaður, og er felagið takksamt fyri hettar. Heidi Strømsten er nýggj í nevndini, og bleiv vald sum næstformaður. Skrivari er Birita Djurhuus, kassameistari er Marita Klein Joensen, nevndarlimir eru Noomi Reinert, Brandur Niclasen og Jón Strømsten, og tiltakslimur er Dávid Nielsen.

Nevndin gleðir seg at síggja hvat framtíðin hevur at bjóða.