Stuðulsfreist fyri 2. ársfjórðing 2025
Stuðulsfreist fyri 1. ársfjórðing 2025
Gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Nýggjur leiðari á skrivstovuni hjá MáF
Frá 25. august verður Ingun Christensen dagligur leiðari á skrivstovuni hjá MáF. Hon avloysir Eir í Ólavsstovu í eitt hálvt ár.
Ingun Christensen er útbúgvin korrespondentur í týskum og enskum og síðan hevur hon tikið BA (Bacherlor of modern Languages and Business Studies) í enskum og ED (Den Erhvervssproglige Diplomuddannelse) í enskum.
Ingun býr í Hósvík og hevur seinastu árini skrivað fleiri barnabøkur, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út, so Ingun kennir væl til tað kreativa arbeiðið. Eisini hevur hon luttikið á fleiri skeiðum, sum MáF hevur skipað fyri.
Hon gleðir seg til at arbeiða fyri, at áhugaleikur í Føroyum fær enn betur umstøður at virka undir, so takið øll væl ímóti henni.